Jump to content

Loki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Loki hevur netið sítt á hesi gomlu íslendsku mynd.

Loki ella Lokki er ein av ásagudunum í norrønu gudalæruni. Loki er av jatnaætt, men sum vinur Óðins búsettur í Ásgarði. Gylvaginning sigur um hann: "Loki er fríður og fagur í útsjónd, illur av lyndi og skiftandi í atferð. Hann var snildari enn fólk flest og svikaligur í øllum lutum. Hann voldi ofta ásum stórar vandar, og ofta loysti hann teir við sviki." Børnini hjá Loka eru Miðgarðsormur, Hel, Fenrisúlvur, Narvi og Sleipnir. Kona hansara eitur Sigyn. Loki orsakaði deyða Baldurs og eftir tað bundu æsirnir hann. Hann man losna við ragnarøk, har hann berjist saman við jatnum ímóti æsum. Hann berjist við Heimdall; teir verða hvørjum øðrum at bana.

Víkingar hava ikki dyrkað Loka. Heldur hevur hann verið ímyndin av menniskjasligum eginleikum, sum víkingarnir hava kent aftur í sær sjálvum.

Loki umtalast í einum føroyskum kvæði, Lokka tátti, har hann hjálpir fólki móti einum risa.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  翻译: